Svendborg á uppflytingarplássi

Tað gongur strúkandi hjá Svendborg í løtuni. Púra óvæntað liggja teir nú til uppflyting í næstbestu donsku deildina. Tað var greitt, tá Julian Johnsson og liðfelagarnir koppaðu eykaliðnum hjá AaB seinnapartin í gjár. Gestirnir vunnu 2-1, og sigursmálið fall, tá seks minuttir restaðu av dystinum. Julian Johnsson, sum var liðskipari, var á miðvøllinum allan dystin. Eisini Aarhus Fremad, við Krzyzstof Popczynski sum venjara, vann sín dyst í gjár. Teir vunnu við tveimum málum móti einum á útivølli móti Blokhus FC. Svendborg FC liggur í løtuni á øðrum plássi við 25 stigum, eitt minni enn oddaliðið, sum er eykaliðið hjá OB. Aarhus Fremad er á sjeynda plássinum við 20 stigum.