Svend Jensen úr Trongisvági til minnis

 

 

Svend Jensen, sum hevur verið búsitandi í Danmark útvið eina hálva øld, var ættaður úr Trongisvági. Hóast hann hann hevur búð uttanlands í so mong, var hann út í odd og egg føroyingur. Heimbygd hansara, Tvøroyri, átti hjarta hansara, serstakliga Trongisvágur, har hann vaks upp.

   Sum ungur byrjaði Svend at læra til prentara á Føroyatíðindi, sum Jens Dam stjórnaði. Her vóru vit báðir á heimavølli. Ofta tosaðu vit saman um prenting og hvussu prentingin var, tá ið vit báðir fóru í læru sum prentarar. Hetta var í teirri tíðini tá ið hvør bókstavur varð settur upp við hond.

   Men Svend gjørdist ongantíð útlærdur prentari. Hann greiddi mær frá serstakari hending á prentsmiðjuni hjá Føroyatíðindi, sum elvdi til, at hann gavst áðrenn lærutíðin var liðug. Hendingin hevði júst við hondsats at gera, tí meginparturin av einari hondsettari síðu á Føroyatíðindum “fór í fisk”, sum tað eitur á prentaramáli, tá ið ein hondsett síða verður mist á gólvið.

   Fyrstu ferð eg minnist Svend var umleið 1973, tá ið hann búði í Esbjerg og koyrdi buss. Mong ár seinni – fyrst í nítiárunum – hittust vit aftur. Tá var hann búsettur í Vejle, har hann var oddamaður í at skipa fyri føroyskum møtum í býnum. Men tá var hann ikki sami fermi maðurin. Ein blóðtøppur hevði skalað heilsu hansara so nógv, at hann mátti sita í koyristóli, tí onnur liðin gjørdist lamin.

   Men hóast mikið tarnaður av likamsveikleika, so bilti heila hansara einki. Hann var sum ein unglingi í sinni og hugsan.

   Føroysku møtini í Vejle einaferð um mánaðin, vóru honum ein hjartasøk. Saman við konu síni, Helgu, halgaðu tey seg hesum verki til tað allarseinasta. Ikki einans vanlig møti, men eisini at koma saman at minnast Jesus við breyði og víni, soleiðis sum Jesus sjálvur beyð fylgdarfólki sínum. Hesar løtur vóru seinnapartin sunnudagar, áðrenn almenna føroyska møtið. Hann gav hesari lítlu samkomu navnið Ebenezer, eftir Ebenezersamkomuni í Havn.

   Miðskeiðis í nítiárunum stóð mær í boði at gerast prædikumaður í baptistakirkjuni í Vejle, har Svend, konan Helga og nakrir aðrir føroyingar og danir komu saman. Har starvaðist eg í fimm vikur. Ein góð tíð, sum eg ongatíð fari at gloyma. Tann kærleiki og umsorgan, sum Svend, Helga og henda lítla danska samkoman vísti mær, var hjartanemandi. Somuleiðis tær mongu góðu løtunar inni hjá Helgu og Svend. Har hava Birgit og eg sitið mangan við vælbúgvið borð. Tey vóru góð við okkum.

   Svend var stuttligur og dugdi sera væl at greiða fra tí, sum hann hevði upplivað frá barni av. Hann hevði eitt lætt lyndi og var skjótur til látur. Hetta lætta sinnið saman við eini gudstrúgv, sum ikki var eiti, bar hann upp gjøgnum strævnar tíðir og dagar, sum hann bar við einum brosi. Vitnisburðir hansara um Jesus vóru greiðir, tá ið hann greiddi frá, at hann sum ein ungur drongur kom til trúgv í salinum hjá bókbindaranum á Tvøroyri.

   Bókbindarin var hin kendi D.J. Magnussen, sum hevði bókbindaravirki í heimi sínum. Seinni gjørdi bókbindarin sal, eisini í sínum egnu húsum. Har var tað, at Svend hoyrdi eitt klárt og greitt evangelium um Jesus, sum bar syndir hansara á Golgata krossi.

   Tá ið Svend greiddi frá lívi sínum, so duldi hann ikki fyri at ásanna, eins og P.W. Háberg yrkti:

 

Tú tað veit, á Harri kæri,

at um enn eg steig,

stundum langt av leiðum tínum,

tagnaði tó ei

røddin tín í barmi mínum:

Jesus elskar teg!

Mitt í heimsins villa brúsi

gleddi hetta meg.

 

Blóðtøppurin broytti lívið hjá Svend, ikki einans likamliga, men so sanniliga eisini andaliga. Eftir hetta gjørdist Svend eitt brennandi vitni fyri frelsara sín og helmaði ikki í til sín seinasta dag á foldum. Birgit og eg kunnu siga, at Svend var ein trúfastur vinur og stríðsfelagi fyri Jesus. Hann og Helga vóru so góð við okkum. Signað veri minni um Helgu og Svend Jensen.                                                

 

Svenning av Lofti