Kl. 10.30 sendir Rás 2 samrøðu um búskaparskreppuna við fyrrverandi formannin í danska Sosialdemokratinum, Svend Auken, sum er á Føroyavitjan. Rigmor Dam, blaðkvinna, prátar við Svend Auken um búskaparkreppuna, sum herjar í heiminum í dag.
Svend Auken er á vitjan í Føroyum saman við konuni, Anne Wivel, sum hevur víst filmin Menneskenes Land á filmsfestivalinum í Norðurlandahúsinum.
Les eisini samrøður við tey bæði í Sosialinum í dag.