Sven-Göran Eriksson hevur í samrøðu við svenska miðilin, P1, boðað frá, at hann er illa sjúkur og væntar ikki at liva í meira enn eitt ár afturat.
75 ára gamli venjarin er eitt kent navn í fótbóltsheiminum. Hann hevur millum annað verið venjari hjá Onglandi, Meksiko, Benfica, Roma, Fiorentina, Sampdoria, Lazio, Manchester City og Leicester
Sven-Göran Eriksson sigur í samrøðuni, at hann hevur eitt ár eftir at liva, um tað gongur væl. Hann sigur eisini, at hann roynir í størst mun ikki at hugsa um tað.