Eigarin av fótbóltsfelagnum, Manchester City - hin thailendski Thaksin - hevur ikki víst venjara sínum, svenska Sven Göran Eriksson nakað serligt álit síðstu mánaðarnir. Vitandi, at hann ikki er tryggur í sessinum, sum Manchester City venjari er Sven Göran Eriksson farin undir samráðingar við portugisiska stórfelagið, Benfica. Eriksson hevur tvær ferðir áður verið venjari hjá Benfica, og báður ferð gekk sera væl. Fyrru ferð var í byrjanini av 1980-árunum, tá Eriksson førdi Benfica til tvey portugisisk meistaraheitið, og eitt steypaheitið. Eftir hetta fór Eriksson til Italia, men í 1989 vendi hann aftur til Benfica. Í 1990 førdi hann Benfica allan vegin til evropeisku finaluna fyri meistaralið, sum Benfica tapti 0-1 ímóti AC Milan úr Italia. Eriksson endurvann portugisiska meistaraheitið við Benfica í 1991. Viðhaldsfólkini hjá Manchester City eru sera ørg inn á Thaksin, og tey ynskja, at Eriksson verður verðandi venjari hjá Manchester City, sum hevur sína bestu endastøðu í Premier League, í nógv ár.
LesarabrøvLesarabrøv








