Sveisiski fótbóltsleikarin Florijana Ismaili er horvin eftir ein svimjitúr á Comovatninum í Italia í gjár.
Tað skrivar felag hennara, Young Boys, á Twitter.
– Leiðslan í Young Boys er kunnað um, at Florijana Ismaili hevur verið horvin síðani í seinnapartin í gjár á Comovatninum eftir eina svimjuvanlukku. Løgreglan er enn í ferð við kanningar. Vit eru sera hørm og vóna, at alt fer at vísa seg at vera gott kortini.
– Vit eru í tøttum sambandi við familjuna og biðja um tykkara forstáilisi fyri, at vit ikki kunna koma við fleiri upplýsingum í løtuni. Vit koma við nærri kunning, tá vit vita meira, skrivar felagið.
Felagið upplýsir ikki meira um vanlukkuna, men sambært tíðindastovuni AP skrivar italski miðilin Ansa, at Ismaili hevði leigað ein bát saman við einum vini.
Eftir øllum at døma leyp hon í vatnið úr bátinum, men var síðani ikki síggja aftur.
24 ára gamla Florijana Ismaili hevur spælt á kvinnuliðinum hjá Young Boys síðani 2011. hon hevur eisini spælt fyri sveisiska landsliðið.
/ritzau/