Sveisiski spælistílurin hóskar tí føroyska væl

– Hóast sveisararnir kanska kunnu vera eksplosivir, so koyra teir ikki so øgiliga skjótt fram eftir vøll­in­um og eru ikki so øgi­liga skjótir heim, sum fleiri av hin­um lið­unum, vit longu hava spælt ímóti, sigur annar av lands­liðs­venj­arunum, Dia Midjord

Tríggir av teimum fyrstu fýra dystunum hjá mans­landsliðnum í EM-und­an­kappingini, sum vóru spæld­­ir í heyst, endaðu við stórtapi. Ímóti Serbia heima og Russlandi úti taptu Før­oyar við 21 málum, og mill­um teir báðar dystirnar taptu Føroyar á útivølli fyri Bosnia við 17 málum. Fræg­­ast gekst í síðsta dyst­inum ímóti Italia, har mun­urin »bara« var sjey mál.

Felags fyri Serbia, Russ­land og Bosnia var, at tey mest­sum trumlaðu føroyska lið­ið niður, sum úrslitini eisini siga, meðan Italia ikki rætti­liga hevði sama skjót­­leikan og somu styrk­ina, sum hini. Nú fimta lið­ið í bólkinum, Sveis, vitjar í Før­oyum, er spurningurin, hvussu tað fer at ganga.

– Hesir spælararnir, í mun til hini liðini, vit hava spælt ímóti, eru ikki so øgiliga stórir og spæla ikki so øgiliga skjótan hondbólt. Eg vil siga, at teir kanska spæla eitt slag av hondbólti, ið hóskar eitt sindur betri til okkara spæl, sigur Dia Mid­jord, sum saman við Kára Nielsen er venjari hjá lands­liðnum.

– Teir eru kanska eksplo­sivir, men koyra ikki so øgi­liga skjótt fram eftir vøll­inum og eru ikki so øgi­liga skjótir heim, sum fleiri av hinum liðunum. Teir eru nokk so tungir á sær, men øgiliga sterkir, og eftir mín­um tykki spæla teir eitt slag av hondbóltsspæli, ið hósk­ar okkum væl, tí okkara spælarar eru eisini nokk so kropsliga sterkir.

Heimligir spælarar

Um hugt verður at úrslit­un­um hjá Sveis higartil í hesi EM-undankappingini, hava úrslitini í trimum av teimum fýra dystum verið sera góð. Sveis vann við sjey málum á Italia, tapti við einum fyri Russlandi og spældi javn­leik ímóti Serbia, áðrenn tað gjørdist eitt heilt annað úrslit ímóti Bosnia, sum vann við 11 málum.

Teir báðir landsliðs­venj­ar­arnir hava í sínum fyri­reikingum hugt at, hvussu sveisiska liðið er mannað, og líkt er til, at talan er um fleiri royndar spælarar, men at teir flestu í dag eru at finna í heimligu kappingini í Sveis.

– Vit kunnu staðfesta, at Sveis hevur onkrar fínar front­figurar á liðnum. Mill­um annað hava teir ein spælskipara, sum nú spælir í Sveis, men frá næsta kapp­ingarári spælir við Bjerr­ingbro í Danmark. Og so hava teir ein høgrabakk, sum millum annað hevur spælt í Spania, umframt at onkrir hava verið í Týsklandi eisini, sigur Dia Midjord.

– Men teir flestu hjá teim­um spæla heima í Sveis og kanska einir tveir í øðr­um londum. So teir eru kanska í somu støðu sum vit, tá tað kemur til útisetar, tí vit hava jú teir allarflestu av okkara spælarum í Før­oy­um og so bara ein ella tveir í Danmark.

 

-------------

 

Føroyski hópurin

 

Teir 14 spælararnir, 12 útispælarar og tveir málverjar, sum eru tiknir út til EM-undankappingardystin ímóti Sveis í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.

 

 

VÍF

Agnar Joensen

Rúni Joensen

Sámal Joensen

Áki G. Olsen

 

Neistin

Finnur Hansson

Ingi Olsen

Karl Herup Olsen

H71

Regin Joensen

Levi Nybo (málverji)

Esbern Patursson

 

Kyndil

Hans Áki Dal-Christiansen

Bárður Johannesen

 

Ajax Keypmannahavn

Heini Hanusarson

 

ÍF Føroyar

Lars L. Black (málverji)