Tað byrjar av álvara at stunda til HM-undankappingardystin á Tórsvølli komandi fríggjakvøld, 9. juni, tá ið føroyska landsliðið tekur ímóti Sveis, sum í løtuni er oddalið í undankappingarbólki B.
Venjarin hjá Sveis, Vladimir Petkovic, hevur kunngjørt hópin, ið kemur til Føroya ein av komandi døgunum. Tað eru serliga leikarar úr týsku Bundesliguni, italsku Serie A og ensku Premier League, ið manna sveisiska landsliðið. Bert tveir av teimum 23 leikarunum, sum eru úttiknir, spæla til dagliga í heimligu sveisisku kappingini.
Millum heilt stóru nøvnini hjá Sveis eru miðvallarin hjá Arsenal, Granit Xhaka, og høgri bakkurin úr Juventus, Stephan Lichtsteiner. Onnur kend nøvn eru Xherdan Shaqiri úr Stoke og Yann Sommer, sum til dagliga er málverji hjá týska Borussia Mönchengladbach.
Sveis og Føroyar spældu fyrra undankappingardystin ímillum sín í november í fjør, tá ið sveisarar vunnu 2-0 á heimavølli.
Sveis hevur fult stigatal, 15 stig, eftir fimm dystir, meðan Føroyar hava fimm stig.
Hópurin hjá Sveis sæst niðanfyri:
Málverjar:
Riman Roman, Borussia Dortmund (Týskland)
Marwin Hitz, FC Augsburg (Týskland)
Yann Sommer, VfL Borussia Monchengladbach (Týskland)
Verjuleikarar:
Manuel Akanji, FC Basel (Sveis)
Johan Djourou, Hamburger SV (Týskland)
Nico Elvidi, VfL Borussia Monchengladback (Týskland)
Timm Klose, Norwich City (Ongland)
Michael Lang, FC Basel (Sveis)
Stephan Lichtensteiner, Juventus (Italia)
Jacques-Francois Moubandje, FC Toulouse (Frakland)
Silvan Widmer, Udinese (Italia)
Miðvallarar:
Valon Behrami, Watford FC (Ongland)
Blerim Dzemaili, Montreal Impact (USA)
Edimilson Fernandes, West Ham United (Ongland)
Gelson Fernandes, Stade Rennais FC (Frakland)
Fabian Frei, FSV Mainz (Týskland)
Remo Freuler, Atalanta (Italia)
Admir Mehmedi, Bayer 04 Leverkusen (Týskland)
Xherdan Shaqiri, Stoke City FC (Ongland)
Granir Xhaka, Arsenal FC (Ongland)
Steven Zuber, TSG 1899 Hoffenheim (Týskland)
Framherjar:
Eren Derdiyok, Galatasaray SK (Turkaland)
Haris Seferovic, Eintracht Frankfurt (Týskland)










