Sveisarar lítlan hug á ES

Hóast Sveis er umgyrt av ES-londum, hevur fólkið har lítlan hug at fara upp í samveldið, og áhugin er minkandi. Ein nýggj meiningakanning sigur, at var fólkaatkvøða í Sveis nú um limaskap í ES, høvdu bara 19 prosent av veljarunum atkvøtt fyri limaskapi. Tað er munandi minni enn fyri einum ári síðani, tí tá svaraði næstan triði hvør ja.

Í teirri nýggju kanningini siga 77 prosent, at tey vilja heldur hava tættari búskapar- og vinnusamstarv millum Sveis og ES enn limaskap.

Kanningin vísir, at 84 prosent halda Sveis og landsins fólk hava eina ljósa framtíð, og 90 prosent siga, at Sveis er eitt trygt land at búgva í.