Sveisarabóltur og Pilates-venjingar

Komandi vikuskifti verður skeið í Føroyum, har áhugað hava møguleika at fáa frálæru í venjing við sonevndu Swiss-bóltunum, umframt at talan eisini verður um venjingar innan pilates-háttin.
Bæði Swiss-bólt og Pilates venjingar hava vunnið alt størri frama runt allan heim seinastu tíðina, og er talan um venjingar, sum hóska seg til íðkarar á øllum støði. Bæði hjá teimum, sum vanliga ikki røra seg so nógv, og hjá elitu-ítróttarfólki.
Tað er Hanna Dalsgarð, sum stendur fyri skeiðunum hetta vikuskiftið, og hon hevur longu drúgvar royndir innan hetta. Nakrar ferðir áður hevur hon verið í Føroyum í undirvísingarørindum, og eisini hevur hon í eitt fimm-ára skeið búleikast í Onglandi, har hon virkaði sum instruktørur.
Síðani hon flutti aftur til Danmarkar, hevur Hanna virka sum instruktørur í Danmark.