Sveisara kvøld í Nólsoy

Nú Andrea Stauss Hofmann vitjar systrina Moniku Stauss Joensen, fyrireika tær báðar seg til nakrar konsertir, sum tær skulu hava í juli í Suðursveits.

Nú Andrea Stauss Hofmann vitjar systrina Moniku Stauss Joensen, fyrireika tær báðar seg til nakrar konsertir,sum tær skulu hava í Juli í Suðursveits.  

 

Í kvøld klokkan 19.00 skipa tær saman við Petriciu Christiansen, nevnd Disa, fyri einari tónleikaløtu við frásøgn í skúlanum í Nólsoy.

 

Síst í Juli fara sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Hofmann Stauss á klaver at framføra í Suður-sveits á fríðtíðar hotellinum í Brissago, sum liggur beint við markið til Italia. Í tí samband kemur Andrea at vitja í Leirvík, so tær kunnu fyrireika seg saman.

 

Longu sum heilt ungar byrjaðu systrarnar at spæla saman.

 

Í bók síni “Edelweiss og sólarkaffi” greiður Monika frá, at í Sveis verður fyrsta navnið eftir fornavnið brúkt sum eftirnavn. Í mun til sum í Føroyum, hvar síðsta navni verður brúkt sum eftirnavn. Sostatt nevnur Monika seg »Monika Stauss Joensen«  og systurin  »Andrea Hofmann-Stauss«.

 

Hóast Monika  er gift til Leirvíkar og í fleiri ár hevur búð í Føroyum, hevur hon hildið kontaktirnar  til heimlandið við líka. Eisini  hava hon og systurin luttikið í nógvum tiltøkum  í Sveis saman.

 

Nú Andrea Hofmann Stauss er í Føroyum, skipa tær fyri eini tónleikaløtu tann 4. juni klokkan 19.00 úti í Nólsoy, har tær ávikavist spæla violin og klaver, og har Monika greiðir frá ymiskum úr  Sveits. Eisini vísa tær nakrar myndir. Øll eru vælkomin til ein drekkamunn aftaná. 

 

Tá íð Andrea og Monika  framføra á hotellinum spæla tær eina klassiska høðvuskonsert, og fara eisini  at undirhalda við løttum, undirhaldandi tónum sum Zigeunertónleiki, Kreisler etc.. Konsertin verður hildin  úti á terassuna sum vendur suður  móti Italia.  

 

Í Nólsoy velja tær ymiskt úr báðum repertoarinum, eitt breitt úrvæl av ymiskum, men heldur meira undirhaldandi tónum.

 

Tiltaki er ókeypis, men er høvið er at hjálpa til at dekka útreiðslurnar.

 

Somuleiðis er møguleiki at ogna sær bókina “Edelweiss og sólarkaffi”  fyri serprís á kr. 250, sum Monika gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag beint aðren jól heur givið út.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.