Sveis vildi ikki geva dystin leysan

– Hóast avtalan var, at øll londini framleiddu sínar heimadystir, fingu vit ikki fatur í útidystinum ímóti Sveis leygarkvøldið, sigur programleiðarin í Kringvarpi Føroya, Herluf Sørensen.

HONDBÓLTUR


Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur sín stóran áhuga í, at hondbólturin vinnur fram, og tí var undan EM-undankappingini gjørd ein avtala um, at øll hondini skuldu framleiða sínar heimadystir til sjónvarpsbrúk.

Út frá tí syrgdi Kringvarp Føroya mikukvøldið fyri, at dysturin ímóti Sveis var framleiddur og sendur, men tá Føroyar leygarkvøldið spældu á útivølli ímóti Sveis, var eingin dystur at síggja í sjónvarpinum.

– Dysturin var framleiddur, men tíverri kundu vit ikki fáa fatur í honum. Í besta føri fáa vit seinni ein samandrátt, men einki røkist fyri, at vit fáa allan dystin, sigur Herluf Sørensen, programleiðari í Kringvarpinum.

– Í grundini kenna vit okkum eitt sindur lumpað, tí vit hildu, at avtalan tryggjaði okkum útidystirnar, tí vit framleiddu heimadystirnar. Men soleiðis var altso ikki í hesum føri, og vit fingu tí ongan dyst at vísa.


Vildu einki gjalda

Kringvarpið hevði upprunaliga fingið at vitað, at dysturin í Sveis leygarkvøldið ikki fór at verða framleiddur. Men sveisarar vildu kortini hava ein samandrátt frá Kringvarpinum av dystinum mikukvøldið. Tað fingu teir ikki.

– Teir spurdu, um teir kundu keypa framleiðsluna, men tá teir ikki kundu bjóða ein ordiligan prís, vildu vit ikki selja, sigur Herluf Sørensen, sum harmast um, at sjónvarpið ikki kundi vísa landsliðshondbólt úr Sveis.

– Vit frættu so, at dysturin varð framleiddur kortini, men tá avtornaði, vildu teir ikki geva hann leysan. Vit máttu tí taka dystin av skránni aftur.

Tey einastu, sum tí hava sæð nakað til Sveis-Føroyar á einum sjónvarpsskíggja, eru tey í føroyska ferðalagnum, sum seinni leygarkvøldið kundu síggja ein lítlan samandrátt á einari av rásunum, sum eru í Sveis. So fæst at síggja, um tann samandrátturin nakrantíð kemur hendavegin.