Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur sín stóran áhuga í, at hondbólturin vinnur fram, og tí var undan EM-undankappingini gjørd ein avtala um, at øll hondini skuldu framleiða sínar heimadystir til sjónvarpsbrúk.
Mikukvøldið syrgdi Kringvarp Føroya fyri, at dysturin ímóti Sveis var framleiddur og sendur, men nú Føroyar í kvøld á útivølli spæla ímóti Sveis, verður eingin dystur at síggja í sjónvarpinum.
? Dysturin verður framleiddur harniðri, men tíverri fáa vit ikki fatur í honum. Í besta føri fáa vit seinni ein samandrátt, men einki røkist fyri, at vit fáa allan dystin, sigur Herluf Sørensen, programleiðari í Kringvarpinum.
? Í grundini kenna vit okkum eitt sindur lumpað, tí vit hildu, at avtalan tryggjaði okkum útidystirnar, av tí at vit framleiddu heimadystirnar. Men soleiðis verður altso ikki í hesum føri.
Vildu einki gjalda
Kringvarpið hevði fingið at vitað, at dysturin í Sveis í kvøld ikki fór at verða framleiddur. Men sveisarar vildu kortini hava ein samandrátt frá Kringvarpinum av dystinum mikukvøldið. Tað fingu teir ikki.
? Teir spurdu, um teir kundu keypa framleiðsluna, men tá teir ikki kundu bjóða ein ordiligan prís, vildu vit ikki selja, sigur Herluf Sørensen, sum harmast um, at sjónvarpið ikki kann vísa landsliðshondbólt úr Sveis í kvøld.
? Vit frættu so, at dysturin í kvøld varð framleiddur kortini, men nú vilja teir ikki geva hann leysan. Vit máttu tí taka dystin av skránni aftur, tá tað vísti seg, at vit tíverri ikki fingu hann kortini.









