EM: Sveis vann tepurt á Føroyum

Tað var tætt við, at Føroyar kláraðu eitt flott comeback, men at enda vóru sveisarar teir hvassastu og vunnu 28-25.

Soleiðis skrivar Ritzau tíðindastovan frá dystinum millum Sveis og Føroyar í Basel í kvøld.

Sveisisku EM-vertirnir høvdu best hugsandi byrjanina uppá finaluumfarið, tí liðið vann 28-25 í fyrsta bólkadystinum á Føroyum, sum fyri fyrstu ferð er við í einum EM endaspæli.

Sum fyrri hálvleikur leið, sá tað út til, at sveisiski sigurin fór at verða ein knúsandi sigur, men við 19-9 til til Sveis, broyttist dysturin fullkomiliga.

Føroyar, sum hava danska Claus Mogensen sum høvuðsvenjara, bardu seg aftur og skaptu spenning við at minka til 24-25 fáar minuttir fyri dystarlok, men nærri komu føroysku debutantarnir ikki.

Sigurin er fyrsti finalusigurin hjá Sveis nakrantíð. Liðið luttók í EM fyri tveimum árum síðani, men var úrsltið bara eitt stig til Sveis í bólkaspælinum.

 

Lesið eisini: EM: Fullu við æru - trýstu Sveis til seinasta bríksl

 

Sveis og Føroyar eru í bólkinum hjá Danmark í EM, sum umframt Sveis fer fram í Eysturríki og Ungarn. Donsku kvinnurnar spæla nú um eina løtu móti seinasta liðnum í bólkinum, Kroatia.

Serliga í álopskenda endanum stríddust Føroyar í fyrra hálvleiki. Tað komu bara sjey føroysk mál eftir fyrstu 30 minuttirnar, har tað eisini var ein málsteðgur uppá meira enn tíggju minuttir.

Av tí at Sveis samstundis fekk tað nógv lættari at skora í hinum endanum, høvdu vertirnir skapt eina leiðslu uppá seks mál.

 

Lesið eisini: Myndir: Hondbóltur Sveis-Føroyar endaði 28-25

Tann leiðslan vaks, og stutt inn í seinna hálvleik rakk hon upp á tíggju mál, men síðani var talan um ein heilt annan hondbóltsdyst.

Føroyar vóru brádliga førar fyri at skjóta mál, og tá tað samstundis sá út til, at nógvur fjáltur sníkti seg inn millum sveisarar, endaði tað við einum tættum dysti.

Her var Sveis tó hvassast og tryggjaði sær eina perfekta byrjan upp á endaspælið á heimavølli.

 

/Ritzau/