Sveisiskir myndugleikar hava í áravís havt rætt til at leggja hald á pengar hjá teimum, ið søkja um friðskjól í landinum. Hetta er hent í tí stilla, men nú Danmark hevur verið frammi við uppskoti um at gera tað sama, er alt á gosi.
Sveis hevur síðani í 90-unum havt eina lóg, sum sigur, at tann, ið søkir um friðskjól í Sveis, eisini sjálvur má rinda fyri tær útreiðslur, ið vilja standast av tí. Lógin heimilar myndugleikunum at leggja hald á upphæddir, sum fara upp um túsund sveisarfrankar, svarandi til 6.800 í okkara krónum. Hinvegin er ikki, sum í Danmark, loyvi at leggja hald á virðislutir, so sum smúkkur og líknandi.
– Í veruleikanum kann eitt fólk hava í minsta lagi 1.500 sveisarfrankar uppi á sær, áðrenn hald verður lagt á nakað, sigur Céline Kohlprath, talskvinna fyri sveisisku innflytaramyndugleikarnar, við AFP-tíðindastovuna.
Danska uppskotið, sum skal viðgerast í fólkatinginum, snýr seg um virðislutir og reiðan pening yvir 10.000 krónur, sum myndugleikarnir í Danmark skulu kunna taka frá teimum, ið søkja um friðskjól í landinum.
Sveisiska lógin gevur ikki møguleika fyri at leggja hald á ognir ella virði hjá flóttafólkum, men tey av teimum, sum fáa loyvi til at búgva og arbeiða í landinum, skulu rinda 10 prosent av inntøkum sínum í landskassan í tíggju ár – ella í mesta lagi 15.000 sveisarfrankar – fyri at geva nakað aftur fyri tær útreiðslur, ið standast av tilgongdini.