Aftaná stóru sensasjónini ímóti Kekkia, har føroyska U17 landsliðið vann 2-0, so komu okkara ungu leikarar nakað niður á jørðina aftur í dag.
Í dag møtti U17 landsliðið Sveis, sum er favorittur at vinna undanbólkin. Sveis vann 3-0 aftaná hálvleiksstøðuna 2-0. Sveis fekk síni mál í 6. , 29. , og í 56. minutti.
Sambært uefa.com hevði sveisiska liðið nógv fleiri málmøguleikar enn føroyska liðið, og talan var um ein uppibornan sigur, har føroyska liðið ikki fann spælið fram aftur, sum teir vístu ímóti Kekkia fyrradagin.
Føroyska U17 landsliðið stendur tó enn við góðum møguleikum at røkka øðrum plássinum. Vertslandið, Luksemborg tapti 0-2 ímóti Kekkia, og tað gevur hesa støðuna í undanbólki okkara :
Sveis 6 stig, Málmunur 5-1
Kekkia 3 stig, Málmunur 2-2
Føroyar 3 stig, Málmunur 2-3
Luksemborg 0 stig, Málmunur 1-4
Um Føroyar vinna á Luksemborg, og Kekkia ikki fær fult ímóti Sveis, so kunnu Føroyar fáa annað plássið í bólkinum. Dystirnir Sveis-Kekkia og Føroyar-Luksemborg verða leiktir týsdagin.