Sveinur Tróndarson gloymir fólkapensjónina

Í drúgvari grein í Dimmalætting 22. februar undir yvirskriftini: Pensjónsskatturin: Lágu inntøkurnar rinda í dýrum dómum, setur Sveinur Tróndarson upp eina útrokning fyri og aðra eftir, allar sum koma til tað niðurstøðu, at tey lágløntu koma at fáa ørandi skattahækkingar, nú eftirlønin verður skattað við inngjald.

Wilhelm Nygaard

Hesar útrokningar eru snøgt sagt ikki rættar! Tað ber ikki til at rokna skattin bert av eftirlønini, og ikki taka viðbótina og samhaldsfasta við í roknistykkið.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sveinur Tróndarson letur greinar av hondum við skeivum skattaútrokningum. Um árskiftið hevði hann eisini eina grein, í síni herferð móti flatskattinum, har í hann helt seg duga betur at rokna avleiðingarnar av flatskattinum enn serkøn hjá TAKS við atgongd til neyvu tølini frá skattaskipanini sjálvari. Seinni varð hann, so løgið tað ljóðar, heiðraður fyri hesa herferð!

Aftur til útrokningarnar í fyrstnevndi grein. Pensjónistar fáa allir fólkapensjón, sum er uppbygd av eini skattafríari grundupphædd, samt einari viðbót og samhaldsfasta sum bæði eru skattskyldugar veitingar. Hesar tilsaman eru í 2012 kr. 71.500 um árið fyri stakar pensjónistar. Henda upphædd er tískil hægri enn botnfrádrátturin á kr. 65.000.

Tann eftirlønin, sum hvør einstakur fær útgoldið oman á fólkapensjónina, verður við núverandi skattastiga skattað við kommunuskattaprosentinum (Miðal 21,43%) og landskattaprosentinum (20%) ella tilsamans 41,43%.
40% við inngjald ella 41,43% við útgjald – eg veit hvat eg velji.