Sveinur størsta talentið

Sveinur Gaard Olsen úr Havn, sum í gjárkvøldið sang fyri teimum trimum dómarunum í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio, fær góð ummæli í donskum miðlum.

Ummælarin hjá Jyllands Posten sigur beinleiðis, at hann var eitt av størstu – um ikki tað størsta – talentið hetta kvøldið.

 

Blaðið skrivar soleiðis:

 

»En af andet program helt indlysende talenter - ja, måske aftenens umiddelbart største - kommer ligesom Kristel i sidste uge fra Færøerne: Jord- og betonarbejderen Sveinur.

 

Efter præstationen foran Blachman, Rosendahl og Cutfather skulle man have lukket og slukket programmet for altid, hvis ikke han - der både kunne synge og havde de helt rigtige attituder - var blevet sendt videre i enstemmighed.«