Sveinur og øll hini víðari í X Factor

Tað var undantaksstøða í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio í kvøld. Av tí at Jean Michelle, sum hevur føroyskar røtur, hevur sagt seg úr kappingini, so var einki at kappast um í kvøld, tá løg hjá Rasmus Seebach vóru á skránni, og tá californska legendan Lionel Richie, var heiðursgestur.

 

Hóast fólk atkvøddu við sms'um, so var eingin, sum kom í »farezonen«, og tí var seinni partur av sendingini, sum plagar at koma aftan á TV Avísina, als ikki sendur. Í staðin verða sms atkvøðurnar lagdar afturat næsturferð.

 

Soleiðis komu øll – eisini okkara Sveinur Gaard Olsen – víðari uttan svørðsslag. Næsta fríggjadag verður tí endaliga gjørt av, hvør av teimum fýra síðstu luttakarunum ikki sleppur við til finaluna í Boxen Herning.

 

Sveinur sang lagið hjá Rasmus Seebach »Glad igen«. Cutfather gjørdi vart við, at Sveinur ongantíð hevði sugnið danskt fyrr, men Rasmus Seebach var væl nøgdur við framførsluna. Cutfather segði um Svein, at hann var »en rigtig figther, som kæmper sig frem«. Rasmus Seebach segði, at hann sá beinanvegin, sum hann inn, at Sveinur hevði »styr på tingene«. Hann helt, at Sveinur dugdi at bera fram boðskapin.

 

Hóast Thomas Blachman hevur verið í so negativur um Svein, so var hann lutvíst positivur í kvøld. Blachmann segði við Rás 2 í gjár, at hann sá fyri sær, at Sveinur sat á einum trækassa og spældi munnharpu – »og glem orkestret«. Hetta endurtók hann í sendingini í kvøld.

 

Pernille Rosendahl helt fyri, at tað als ikki var »tab af integritet«, at hann sang sangir hjá Rasmus Seebach. Hon helt, at tú saktans kanst hava eina kærleiksballadu á eini rockútgávu.

 

Vit bíða nú í spenningi til næsta fríggjadag, tá tað verður greitt, hvør av teimum fýra luttakarunum ikki sleppur víðari til Boxen í Herning.