Sveinur hitar upp undir bátastevnu

Nú nærkast, til bátastevna verður í Vestmanna. Longu fríggjakvøldið hin 18. mai klokkan 19 verður stórt barna-og ungdómstiltak við luttøku av Sveini úr X-factor og Ævintýraferðini við Búa Dam og Dánjali á Neystabø.

Men hetta verður ikki fyrsta tiltak, sum verður fyriskipað í Vestmanna uppundir sjálva bátastevnuna. Tí, longu kristihimmalferðardag - hin 17. mai klokkan 17 - verður lagt fyri við 6000 metra langteinskappróðri.

Sjálv bátastevnan byrjar leygardagin hin 19. mai, tá bátafylgið, sum verður við í siglingini inn á Vestmanna, savnast undir Fútakletti klokkan 14.30. Tá bátarnir koma til bryggju, verður suppa og annað gott at fáa í stóra tjaldinum.

Skipað verður fyri mini-tivoli og øðrum tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini leygardagin frá klokkan 16, har lang bátastevnulagkøka verður at fáa.

Á stevnuni verður eisini høvi at keypa teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar, og leygarkvøldið hin 19. mai verður tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini, har Frændir spæla til dans.

Á heimasíðuni www.vif.fo kunnu tey, sum ætla at biðja um bátapláss og pláss til húsvogn, tilmelda seg.

- Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar bátastevnu í Vestmanna, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið í Vestmanna.