TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Sveinur Justinussen hjá StÍF. Samrøðan var gjørd aftaná 19-27 tapið ímóti Neistanum í dag, og harvið samlaða 43-47 hálvfinalutapið í Coca Cola steypakappingini.
Sveinur var mansvardur stóran part av dystinum í dag, og fekk bert tvey mál, sum bæði vóru skotin í seinna hálvleiki.
- Hetta var ikki nóg gott, staðfestir Sveinur Justinussen. Hann heldur ikki, at teir í StÍF hava uppiborið at koma í steypafinaluna, tá teir leggja eitt so vánaligt avrik fyri dagin, sum teir gjørdu í 19-27 tapinum ímóti Neistanum í dag.