Sveinur helst brotið óstbeinið

Sveinur Justinussen mátti av vøllinum við skaða, nú StÍF spælir móti Team Klaksvík

StÍF er á sigurskós móti Team Klaksvík, men tað er ikki uttan stóran kostnað.

 

Stórspælarin hjá StÍF - Sveinur Justinussen - mátti nevnliga av vøllinum við skaða, eftir at hann varð tacklaður hart av mótspælara, og duttu bæði Sveinur og klaksvíkingurin oman á hvønn annan eftir hetta.

 

Sum skilst, er Sveinur farin til Havnar til kanningar, men fólk á staðnum bera ótta fyri, at óstbeinið er brotið.

 

Av Skála verður sagt, at talan er um rættiliga ófantaligan dyst, har tað ikki er vakurt hondbóltsspæl, sum er í hásæti.