Spenningurin er stórur, nú áðrenn X-Factor aftur er á skránni í annaðkvøld. Alla hesa vikuna hevur einasti luttakarin hjá Cutfather, Sveinur, havt trupulleikar við røddini. Sambært slaturblaðnum Se & Hør er orsøkin ball og ov nógv alkohol, men tí niðurstøðuni er Cutfather als ikki samdur í. Hann sigur, at orsøkin, til at røddin hjá Sveini svíkur, er tann, at hann hevur verið sjúkur og hevur sungið ov nógv.
- Upptraðkanini í annaðkvøld er upp á fleiri mátar eit slag av eksperimenti, sum vónandi fer at hilnast væl. Men í løtuni eru vit eitt sindur soleiðis, sigur Cutfather heldur uppgevandi.
Sveinur sjálvur sigur ikki nógv, tí hann hevur fingið boð um at brúka røddina minst møguligt.
- Sangurin, sum hann fer at syngja, ljóðar ótrúliga væl. Alt er fyri so vítt klárt. Vit vita eisini, hvørji klæðir hann skal í. Tað einasta er, at vit ikki hava hoyrt Svein syngja sangin enn, sigur ein heldur stúrin Cutfather.
Sum vit greiddu frá fyrr í vikuni, so hevur Sveinur verið til kanningar, sum hava víst, at ræddarbondini eru hovin. Tískil hevur hann størsta partin av vikuni havt forboð fyri at tosa og hevur næstan bara samskift við einum blokki og einum penni.
- Hann hevur skrivað tekstin til sangin niður á pappír eini 500 ferðir, og hann kennir orðini og søguna um sangin. Hann hevur so ikki framført sangin enn, men hann hevur lovað, at hann syngur hann bert einaferð, og at tað fer at ljóða superfeitt, greiðir Cutfather frá.










