Hondbóltur
Longu tíðliga í vár skrivaðu vit á hesm síðum, at væl lýddi danski hondbóltsvenjarin, Ulrik Wilbek, hevði sýnt stóran áhuga fyri Sveini Justinussen og hondbóltsevnum hansara. Ikki minst eftir at Sveinur í útidystinum móti Noreg hevði havt eitt skoringsprosent upp á 100.
Talan gjørdist tó ikki um nakað ítøkiligt ta ferðina, og sjálvur helt Sveinur eisini alla tíðina fast um, at hann fyrst vildi gera seg lidnan á miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Tann útbúgvingin er nú liðug, og síðani er áhugin fyri føroyska leikaranum bara øktur. Ikki minst nú Viborg eisini hevur mist ein av bakspælarum sínum, tí hesin skal skurðviðgerast.
Í løtuni er Svenur soleiðis til royndarvenjingar í felagnum, og av heimasíðuni, www.vhk.dk, framgongur, at venjarin sær stórar møguleikar í føroyska leikaranum.
- - Hann er eitt stórtalent. Hann hevur tó ongantíð leikt uttan fyri Føroyar, so hann hevur ikki verið veruliga undir trýsti, so tað kann taka nakað av tíð. Men hann er avgjørt ein áhugaverdur leikari, sigur Ulrik Wilbek.
Og so kann leggjast afturat, at eydnast tað Sveini at fáa sáttmála í Viborg, so hevur skálamaðurin tikið eitt risa fet á hondbóltsleiðini. Higartil er tað annars einamest fyri kvinnuhondbóltin, at felagið hevur gjørt vart við seg, men seinnu árini hevur eitt stórt arbeiðið verið gjørt, fyri at toga menninar eins høgt upp. Millum annað er hetta gjørt, við at sera Wilbek sum venjara, og eftir at felagið í fjør flutti upp í bestu donsku deildina, eru teir í løtuni á triðja plássi í hesari, tó at tað enn bert eru leikt tvey umfør av kappingini.










