Sveinur er klárur til í kvøld

Sveinur Gaard Olsen trínur aftur í kvøld á X-factor pallin í donsku sangkappingini hjá Danmarks Radio. Sveinur, sum seinastu dagarnar, hevur verið forkølaður, hevur tað betri nú og sigur seg vera kláran til í kvøld.

 

- Mikudagin fekk eg í grundini slettis ikki sungið, so eg varð sendur til lækna og so heim. Eg skuldi bara hvíla meg og ansa eftir mær sjálvum. Eg havi havt fepur og ilt í hálsinum, men tað er blivið frægari nú. Eg rokni við at verða væl fyri í kvøld, sigur Sveinur Gaard Olsen.

 

Í kvøld skulu luttakararnir syngja sangir innan dance-sjangruna. Sveinur Gaard Olsen hevur í samráð við vegleiðara sín, Cutfather, valt at syngja 80ara hittið hjá New Order, sum eitur "Blue Monday".