Sveinur er best á pallinum

Sveinur er soleiðis samansettur, at hann altíð hevur bestu framførsluna á pallinum og ikki í venjingarhølunum. – Frammanfyri fólki, tá ið myndatólini eru tendrað, tá toppar hann, sigur Cutfather

Í kvøld síggja vit Svein fyri seinastu ferð á X Factor-pallinum. Fríggjakvøld eftir fríggjakvøld hava vit sæð hann framført, sungið og enn tá spælt tónleik. Annars er tað í fjølmiðlunum, at vit hava sæð, hoyrt og lisið um Svein. Soleiðis hevur tað verið hjá okkum flestu, men ikki hjá Cutfather, sum dagliga hevur brúkt nógva tíð saman við Sveini.
– Sveinur hevur tað gott nú. Hann er spentur men avkláraður. Júst sum hann hevur verið alla tíðina. Sveinur var eisini tann fyrsti á stóra pallinum í Herning til eina roynd. Tá hoyrdist, at hann var spentur, men at tað eisini var upp á tann góða mátan, fortelur Cutfather.
Á síðu seks og sjey í Sosialinum er samrøða við Lindu Andrews, ið millum annað sigur, at »fokus« er lyklaorðið hjá Sveini í kvøld. Hesum er Cutfather púra samdur í.
– 100 prosent. Fokus er altavgerandi fyri, hvussu tú kemur at standa teg. Tað er momentið, løtan, sum avger hetta. Klárar tú at levera tá, so stendur tú teg væl. Og við Sveini er tað soleiðis, at hann altíð er betri frammanfyri fólki og myndatólum, enn hann er í venjingarhølunum. Eg havi ongantíð sæð eina toppframførslu frá honum, tá vit hava vant. Men frammanfyri fólki, tá ið myndatólini eru tendrað, tá toppar hann, sigur Cutfather.

Rihanna, Lady Gaga og Sveinur
Sjálvur sigur Sveinur seg vera spentan at fara á pallin í Jyske Bank Boxen í kvøld. Og sambært Cutfather skal Sveinur gleða seg og njóta finaluna.
– Tað skal hann, njóta tað og taka upplivingina til sín. Hann skal framføra á sama palli sum Rihanna og Lady Gaga hava gjørt, og tað er ikki víst, at hann kemur at uppliva tað aftur. Ella kann tað vera júst hesin pallurin, sum letur dyrnar upp hjá Sveini. Tí skal hann njóta tað líka mikið hvat, sigur Cutfather.