Sveinbjørn Kvilt av Skála farin 83 ára gamal

Sveinbjørn var av Eiði, sonur Thominu,f.Andreassen,og Hans Jacob Poulsen,sum var fyrsti løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Eysturoynni.
Pápin,ið eisini var fiskimaður, doyði, meðan børnini vóru smá, bert 43 ára gamal,og mamman sat eftir við 6 børnum. Tey eru: Margretha Sigurðsson,Poul Engberg Poulsen,Sveinbjørn Kvilt,Tórhallur Kollsker, Alfred Poulsen og Ásmundur Poulsen.Av teimum eru Alfred og Ásmundur eftir á lívi.
Sveinbjørn giftist við Katrin,dóttir Kristionnu,f.Hansen,og Johan Kallsoy, lærara og løgtingsmann,eisini av Eiði, og settu tey búgv á Skála.
Sveinbjørn og Katrin eiga 4 børn,Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg og Trúgvi, sum búgva í Danmark, og Jórun, sum býr í Runavik.
Sum ungur fór Sveinbjørn til skips, og sigldi hann eisini nógv undir krígnum. Seinni sigldi hann nógv ár við norðmonnum. Tey síðstu mongu árini arbeiddi hann á Skála Skipasmiðju á planloftinum. Sveinbjørn var góður til hendurnar og bygdi t.d. beiggjanum Poul Engberg ein speedbát.Eisini høvdu tey kafé á Skála, har konan hevur frísørsalong.
Sveinbjørn var væl vitandi maður, las nógv, og hevði sínar avgjørdu meiningar um ymisk samfelagsviðurskifti.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju leygardagin tann 22. juli kl.13.00.