Sveinastykki á Hamlet

Á Erhvervsskolen Hamlet í Helsingør tóku fýra lærlingar sveinastykki í farnu viku

Teir fýra lærlingarnir hava staðið í læru í fýra ár, og eru avlærdir sum skibs- og bátabyggjarar. Lærlingarnir hjá AWI BOATS Service kunnu harumframt kalla seg plastbátasmiðir.

Í Runavík og Vági

Tveir av lærlingunum eru útlærdir frá AWI BOATS Service, og teir eru: Oddur Klein, Saltangará og Margeir Danielsen, Toftir. Hinir báðir lærlingarnir eru avlærdir á Vágs Skipasmiðju og eru: Thomas Christensen, Vági og Kári Brattaberg, Vági.