Svein Rógvi heldur fram í Klaksvík

Svein Rógvi Ljósttein heldur fram sum venjari hjá Team Klaksvík komandi hondbóltsveturin

Leiðslan í Team Klaksvík váttar fyri Norðlýsinum, at avtalan við Svein Rógva Ljósstein er longd, so hon eisini fevnir um komandi hondbóltsveturin.

 

Fyrsti dysturin í heyst verður spældur 28. september, og í Klaksvík vóna tey, at tey eru før fyri at taka kappingina upp við hini liðini í vetur. Eitt nú er longu greitt, at liðið er styrkt við Bogdan Florea, sum áður hevur spælt við H71, umframt at útlendskur málverji eisini kemur til felagið.