Hondbóltur
Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá Svein Rógva Nielsen og Fredericia, har havnarmaðurin hevur virkað sum venjari hetta kappingarárið.
Felagið hevur bert fingið trý stig í fyrstu fimtan dystunum, og tað hevur ført til, at venjarin nú er sagdur úr starvi, boðar Fredericia frá í tíðindaskrivi.
Umframt føroyska venjaran, hevur unnustan hjá Rógva, Annika Ljósstein, eisini spælt við felagnum, men sum skilst velur hon eisini at takka fyri seg, nú avgerðin um venjaran er tikin.