Svein Rógvi skal venja Team Klaksvík

Ì samband við ársveitsluna leygarkvøldið kunngjørdi leiðslan í Team Klaksvík, at Svein Rógvi Nielsen Ljósstein verður venjari hjá Atlantic Airways-liðnum komandi kappingarár.

 

- Eg meti hetta at verað ta størstu avbjóðingina, sum eg havi havt sum venjari higartil. Hópurin er fyri ein stóran mun settur saman av ungum spælarum úr Klaksvík, so tað verður strævið og nógv arbeiðið hjá okkum, men tað verður eisini ein stuttlig uppgáva, sigur Svein Rógvi N. Ljósstein.

 

- Málsetningurin verður at fáa samansjóðað eitt lið, sum kann koma uppí ta leikferðina og styrkina, sum krevst fyri at kunna klárað seg í bestu hondbóltsdeildini. Vit mugu arbeiða okkum frá botninum av, og vóna at vit kunnu arga hini liðini í atlantic airways deildini, staðfestir Svein Rógvi.

 

Svein Rógvi hevur bundið seg til at venja Team Klaksvík komandi kappingarár. Enn kann Svein Rògvi ikki seta navn á nakran styrk uttanifrá.