Sveiggini í Klaksvík eru øgilig

Í september var skattainntøkan í Klaksvíkar kommunu 8,55 prosent lægri, enn hon var sama mánað í fjør

Skattainntøkan níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var eitt vet hægri, enn hon var somu mánaðar í fjør. Vøksturin er 2,52 prosent, sum svarar til 3.550.752 krónur.

Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar var 3,51 prosent.

 

Í september var skattainntøkan í Klaksvík væl lægri, enn hon var sama mánað i fjør. ÆLutfalsliga afturgongdin var 8,55 prosent ella 1.399.328 krónur.

 

Ein annan mánað fyrr í ár var talan um afturgongd. Tað var í mars, tá ið afturgongdin var 0,57 prosent. Tá varð víst á, at inntøkurnar í mars og apríl verða nógv ávirkaðar av, nær páskavikan er. Í ár var skírisdagur 29. mars og langi fríggjdagur 30. mars.

 

Í januar var vøksturin í skattainntøkuni í Klaksvik bara 0,02 prosent. Í februar var hann 6,09 prosent, í apríl 11,08 prosent, í mai 2,81 prosent, í juni 2,95 prosent, í juli 5,87 prosent og í august 4,09 prosent.

 

Umframt Klaksvík fevnir Klaksvíkar kommuna um Svínoy, Árnafjørð, Norðoyri, Ánir, Trøllanes, Mikladal, Húsar og Syðradal.