Svav einki eftir sigurin

Í Írlandi eru tað stórtíðindi, at landsmaður teirra, Brian Kerr longu hevur ført eina pinkutjóð til eitt glæsiligt úrslit

Eitt nú hevur The Irish Tiems samrøðu við Brian Kerr.

- Eg má siga, at eg eri rættiliga útlúgvaður. Eg svav ikki serliga væl aftaná sigurin. Eg stóð og stútaði bóltar burtur, og ruddaði aðrar bóltar burtur frá málstrikuna, greiðir Kerr frá.

- Frøin var ómetaliga stór. Eg fekk enntá eitt stórt klemm frá stjórnarleiðaranum (Kaj Leo Johannesen), tá hann kom inn á vøllin fyri at heilsa uppá okkum. Eg veit ikki, um eg eiga at fortelja hetta, men tað var ein góð kensla, fortelur Kerr flennandi.

- Eg havi ongantíð sæð ein slíkan fagnað, ein skuldi trúð, at vit høvdu vunnið heimsmeistaraskapið í fótbólti, sigur Brian Kerr millum annað við blaðið.