Svartsjúka kostaði 14 dagar

Ein 25 ára gamal maður fekk í morgun 14 dagar treytað fongsul fyri at hava givið einum javnaldra upp á kassan, tí hesin hevði koyrt biltúr við fyrrverandi gentu hansara. Svartsjúka og ólavsøka er vánalig blanding.

Hesi bæði runnu saman fyri skjótt trimum árum síðani, tá tveir ungir mans hittust í miðbýnum í Havn. Illstøða stóðst teirra millum, tí annar hevði koyrt biltúr við fyrrverandi unnustuni hjá hinum.

Komið var inn í ólavsøkunátt, og lívið var av tí besta, tá teir báðir hittust niðri móti gosvatninum á Glade Hjørn.

Í tveimum umførum skeldaðust teir báðir, og seinnu ferð fekk so hesin, sum hevði dittað sær at koyra biltúr við fyrrverandi unnustuni hjá hinum, nevan á nøsina, so blóðið rann.

Umframt teir báðar, vóru tvey onnur vitnir førd, men tey kláraðu ikki at varpa størri ljós á hendingina.

Sera drúgv tíð er liðin síðani hendingin fór fram, og tað mettu bæði ákærin og verjin átti at koma ákærda tilgóða.

Bæði mæltu til treytaðan dóm, ákærin til 30 dagar, verjin til 10 ella 20. Dómarin skar ígjøgnum og dømdi 25 ára gamla mannin í 14 dagar fongsul tó við teirri treyt, at gjørdi hann einki lógarbrot næsta árið, skal dómurin ikki sitast.