Fiskivinna
Í vikuskiftinum landaðu tvey svartkjaftaskip í Fuglafirði. Hin fyrri var Christian í Grótinum, sum hevði 1915 tons – og hin seinni var Finnur Fríði, sum hevði 2465 tons. Bæði skipini vóru fullfermd.
Á Havsbrún siga tey, at Næraberg júst hevur landað í Vestmannaoyggjunum í Íslandi.
- Fiskiskapurin hevur verið misjavnur, og tí er heldur ikki so nógvur fiskur komin higar til lands seinastu tíðina.
Í Fuglafirði siga tey, at svartkjafturin í løtuni stendur vestanfyri Hebridurnar og gongur sína vanligu gongd spakuliga norðuryvir.
- Skipini eru í altjóða sjógvi, men vit vænta, at tey fyrstu skipini koma í føroyskan sjógv um ikki leingi.
Havsbrún tók fyrstu svartkjaftalastina undan Føroyum 9. apríl í fjør. Síðan var ein steðgur í, og síðan bóru skipini við aftur 12. apríl.
- Um 24. apríl kom líkasum øll veiðan úr føroyskum sjógvi, siga tey á Havsbrún.
Soleiðis, sum svartkjafturin hevur flutt seg norðureftir seinastu tíðina við, er líkt til, at gongdin í ár verður á leið hin sama sum seinasta ár.
Pelagiska skipið Jupiter hevði á seinasta túri trupulleikar við skrúvuni, og skipið er nú á beding á Skála, har brekið verður umvælt.