Svartkjafturin kemur spakuliga norðureftir

Mikudagin var Christian í Grótinum á Fuglafirði við 2000 tonsum av svartkjafti, og í dag kemur Fagraberg við fullari last. Á Havsbrún siga tey, at onnur skip, sum eru á svartkjaftaleiðunum sunnanfyri, eisini eru um at verða fullfermd

Svartkjaftur

Tá ið tað hevur viðrað, hava føroysku svartkjaftaskipini havt góðan fiskiskap á leiðunum sunnanfyri.
Góði fiskiskapurin hevur eisini slett av sær til Havsbrún í Fuglafirði, sum hevði fulla viku í síðstu viku, tá fleiri skip vóru inni og landaðu.
Mánadagin og týsdagin í hesi vikuni var eingin landing, og tá tóku tey á virkinum hond um ymiskt, sum var at gera.

Fagraberg fullur
Mikudagin í hesi vikuni var fyrsti báturin so aftur á Fuglafirði. Tað var Christian í Grótinum, sum hevði eini 2000 tons av svartkjafti. Siglingin suður á leiðirnar, har skipini fáa svartkjaftin í løtuni, tekur tvey samdøgur, og í hesum førinum hevur tað tikið eina góða viku at fylla skipið.
Í kvøld kemur Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, á Fuglafjørð. Enn einaferð er skipið fult, og spurningurin er, um Fagraberg hevur 3.000 ella 3.200 tons, sum skipið lastar.
Á Havsbrún siga tey, at fleiri svartkjaftaskip, sum eru á leiðunum sunnanfyri, eru um at vera fullfermd, og millum hesi eru eitt nú Finnur Fríði og Carlton, sum tey á Havsbrún hava vónir um at síggja á Fuglafirði í vikuskiftinum.

Flytir seg
Á Havsbrún siga tey, at herfyri fingu skipini svartkjaft nakað longu norðuri, soleiðis at siglingartíðin av fiskileið tá var hálvt annað samdøgur.
Síðan hava skipini leitað suðureftir aftur og hava aftur fingið væl, tá ið líkindini hava verið.
Tað vísir seg nevniliga, at fiskurin spjaðir seg, tá hann ruskar veðrið, og síðan noyðast skipini at leita torvurnar uppaftur.
Hitin í sjónum spælir eisini inn.
Svartkjafturin kemur nú spakuliga norðureftir og fyrsta lastin, sum Havsbrún keypti úr føroyskum sjógvi í fjør, var 11. apríl.
Í løtuni fer meginparturin av veiðini fram á leiðunum suður úr Rock All.
Havsbrún hevur eisini keypt onkra last frá útlendskum skipum í vetur.
Fleiri lond eru nú liðug at fiska kvotuna í ES-sjógvi, og eitt nú donsku skipini koma hendanvegin aftur, tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.
Eftir at íslendsk skip herfyri vórðu liðug við lodnuna, eru teirra skip eisini farin á svartkjaftaveiði.
Hóast stór svartkjaftaveiða hevur verið á leiðunum sunnanfyri higartil í ár, hevur Havsbrún keypt umleið 4.000 tons færri enn somu tíð í fjør.
Virkið í Fuglafiði er soleiðis í kapping við onnur virki um svartkjaftin.
Av samlaðu nøgdunum, sum Havsbrún hevur tikið ímóti higartil í ár, eru einans 120 lodna og nakað er keypt av brislingi.

Óvanligt
Úr Fuglafirði verður sagt, at árið í ár higartil hevur verið sum vanligt hevur verið undanfarin ár. Men eitt, sum hendi í ár, og sum ikki er vanligt, er, at skipini fingu nógvan svartkjaft í gráu leiðini sunnanfyri í januar.
Tað er ikki so vanligt.
Vanligt er, at svartkjafturin tekur seg upp á leiðunum vestur úr Írlandi umleið 20. januar, men í ár hendi so tað, at væl av svartkjafti fekst norðari longu í januar.