Svartkjaftur gevur stóra virðisøking

- Hvør einasti stertur, sum verður fiskaður í Barentshavinum, er goldin við pelagiskum tilfeingi, sum nótaskipini hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og verandi studningur til flakatrolararnar kann gerast okkum dýrur, staðfestir Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún

Fiskivinna

 

Stjórin á Havsbrún í Fuglafirði kemur nú við sínum viðmerkingum til kjakið um svartkjaft – ikki um býtið, sum landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, hevur gjørt, men um ta virðisøking, sum hetta tilfeingi hevur skapt í mun til virðisøkingina hjá flakatrolarunum sum fiska í Barentshavinum.

Kvoturnar hjá flakatrolarunum eystanfyri verða nevniliga allar “keyptar” við pelagiskum fiski, sum okkara pelagiski floti hevur tryggjað okkum rættindi til.

Í grein á heimasíðuni hjá Havsbrún vísir Bergur Poulsen, stjóri, á almenn, grannskoðaði roknskapartøl og tøl hjá Fiskimálaráðnum. Við talvum lýsir stjórin virðisøkingina hjá pelagisku vinnuni og samanber hesa við virðisøkingina hjá flaka-og verksmiðjutrolarum.

- Vit skulu minnast til, at hvør einasti stertur, sum fiskaður er í Barentshavinum, er goldin við pelagiskum tilfeingi, sum nótabátarnir hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og kann hesin studningur til flakatrolararnar gerast okkum dýrur.

Bergur Poulsen heldur, at í kjakinum um svartkjaftin vantar tann týdningarmiklasti parturin, sum hann tekur til. Tað, sum stjórin á Havsbrún heldur vantar, er, hvar størsta virðisøkingin liggur - og ikki minni – hvat er best fyri føroyska samfelagið?

 

Hvat loysir seg?

- At viðgera eina rávøru uttan at økja um virðið á henni, gevur onga meining. Eru íløgurnar í eitt skip ella virki so stórar, at raksturin ikki kann gjalda íløguna aftur, gevur íløgan heldur onga meining.

Stjórin á Havsbrún setir tí spurningin, hvat

virðisøking er, og hvussu samlaða roknistykkið sær út fyri teir partar, sum eru høvuðsaktørar í kjakinum.

- Í kjakinum um svartkjaftin verður nógv tosað um kiloprísir á svartkjafti, frystum svartkjafti, surimi, toski og frystum flaki. Men tá tosað verður um kiloprísir, er ofta torført at halda skil á, hvørjar prísir í veruleikanum tosað verður um.

Hann vísir á, at tað kann ljóða imponerandi, tá sagt verður, at vit býta svartkjaft, sum skipini fáa 1 kr./kg. fyri, um við tosk, sum vit fáa 50 kr./kg. í flaki. Sama er, tá vit tosa um ein verksmiðjutrolara, sum kanska kann framleiða surimi úr svartkjafti fyri 25 kr./kg.

Bergur heldur, at hetta kjak er fløkt og kanska ikki so áhugavert.

- Tað, sum veruliga er áhugavert, er, hvat loysir seg best fíggjarliga fyri samfelagið.

Hann vísir á, at stórur partur av svartkjaftinum, sum nótaskipini hava fiskað, er landaður til Havsbrún, sum síðan hevur virkað alifóður úr hesum tilfeingi.

- Bæði nótaskipini og Havsbrún hava tjent pening og tann peningur, sum vit hava tjent, er í stóran mun lagdur aftur í føroyskt vinnulív.

Stjórin vísir á, at tá føroyska alivinnan nøkur ár herfyri var í tungum sjógvi, var Havsbrún við til at taka um endan og endurreisa hesa vinnu, sum í dag aftur er eitt týðandi bein undir føroyska búskapinum.

 

Stór virðisøking

Sambært talvunum, sum Bergur Poulsen heldur seg til og sum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Havsbrún, sæst, at virðisøkingin hjá Havsbrún og nótaflotanum árini 2004-2007 er heilar 315 miljónir krónur tilsamans í miðal fyri hvør ár. Hinvegin vísa somu talvur, at bruttovirðisøkingin hjá flakatrolarunum tilsamans er 166 miljónir krónur.

- Tá er hvør einasti stertur hjá flakatrolarunum goldin við tilfeinginum hjá nótabátunum, svarandi til í miðal 207 miljónir krónur í landingarvirði.

Bergur Poulsen kemur tí til, at netto virðisøkingin hjá flakatrolarunum soleiðis er negativ við 42 miljónum krónum í miðal fyri hvørt ár.

- Higartil hevur tað borið til at gagnnýtt tilfeingið á henda hátt, tí svartkjaftakvotan hevur verið so stór og nógmikið hevur verið til allar partar. Men soleiðis er ikki longur, staðfestir stjórin á Havsbrún.

Hann vísir á, at svartkjafturin hevur verið grundarlagið undir Havsbrún og nótaskipunum.

- Havsbrún og nótabátarnir skapa nógvar ringvirkningar kring alt samfelagið, meðan ringvirkningarnir, sum flakatrolararnir skapa, eru sera avmarkaðir. Nú samlaða svartkjaftakvotan er minkað so ógvusliga – úr 2 miljónum tonsum í 2006 niður í 590.000 tons í 2009, er ikki nóg mikið bæði til Havsbrún og nótaskipini øðrumegin og flakatrolararnar hinumegin, staðfestir stjórin á Havsbrún.

Niðurstøðan hjá Bergi Poulsen er, at nú mugu politikararnir velja ímillum eina virðisøking upp á netto 315 miljónir krónur um árið – ella eina negativa virðisøking upp á í miðal 42 miljónir krónur um árið.