Svartkjaftaskipini gevast at fiska

- Orsøkin er, at fiskiskapurin ikki longur er lønandi, sigur Felagið Nótaskip í tíðindaskrivi, sum júst er sent fjølmiðlunum Teir høgu oljuprísirnir hava nú við sær, at føroysku svartkjaftaskipini hava avgjørt at gevast við fiskiskapinum á midnátt í kvøld.

Sjey nótaskip og tvey ídnaðarskip fiska av eini felags kvotu, sum í ár er 226.000 tons. Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru higartil fiskað 211.000 tons, og hóast kvotan ikki er uppi, hava reiðaríini í dag í felag gjørt av at gevast við fiskiskapinum.

- Orsøkin er, at fiskiskapurin ikki longur er lønandi. Seinasta árið er oljuprísurin hækkaður við góðum tveimum krónum fyri liturin, og hetta svarar til eina eyka útreiðslu upp á umleið 8 miljónir krónur árliga hjá einum meðal nótaskipi. Samstundis er avreiðingarprísurin á svartkjafti lækkaður við einum triðingi. Í fjør var meðal avreiðingarprísurin 1,25 krónur fyri kilo, og í løtuni fáa skipini 85 oyru fyri kilo, sigur Felagið Nótaskip.

Hetta hevur við sær, leggur felagið aftrat, at er fiskiskapurin ikki góður, er ikki lønandi at fiska svartkjaft til ídnað.

- Skipini hava roynt norðanfyri, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Tey hava síðan aftur roynt sunnanfyri Føroyar, men har er heldur ikki nóg mikið at fáa, til at raksturin er lønandi, sigur felagið í tíðindaskrivinum.