Svartkjaftarok í Fuglafirði

Seinastu tiðina hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti nógvum svartkjafti.

Fríggjadagin landaði Høgaberg umleið 200 tons til Havsbrún, og tá Høgaberg varð liðugur, landaði Nýborg 380 tons.

 

Síðan skuldi íslendski trolarin, Jón Kjartansson, landa umleið 700 tons. Alt er svartkjaftur.

 

Skip, sum annars landaðu til Havsbrún fyrr í hesi vikuni, vóru eitt nú Hoyvík við 1900 tonsum og Christian í Grótinum við 2500.

 

- Haraftrat landaðu eisini Arctic Voyager 1500 tons og Finnur Fríði 2350 tons, veit heimasíðan hjá Havsbrún at siga.