Svartkjaftalandingar í Fuglafirði

Seinastu tveir dagarnar hava trý svartkjaftaskip landað í Fuglafirði.

Norðingur landaði í gjár umleið 2000 tons til Havsbrún, Slættaberg hevur síðan verið inni við umleið 500 tonsum, og seinnapartin í dag landar Tróndur í Gøtu umleið 2400 tons. Øll skipini hava verið við svartkjafti.

 

Skipini, sum seinastu tíðina hava landað til Havsbrún í Fuglafirði, eru grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq, sum hevði 1250 tons og Hoyvík, sum hevði 600 tons.

 

Nakað áðrenn Hoyvík og Tasiilaq landaðu, var eisini Fagraberg við 3000 tonsum, Slættaberg við 500, Borgarin við 1600, Finnur Fríði við 2100, Christian í Grótinum við 1200 og Børkur við umleið 180 tonsum.