Nú eru bara umleið 30.000 tons eftir av ársins svartkjaftakvotu Mest loyvda veiðan av svartkjafti í ár er 226.114 tons, og higartil hava skipini fiskað millum 190 - 200.000 tons.
Tað vil siga at tað eru u.l. 30 - 35.000 tons eftir at fiska. Tað skrivar Vinnan á heimasíðu sínari.
Finnur Fríði landar í kvøld til Havsbrún. Teir komu á Fuglafjørð í morgun og hava fulla last.