Svartkjafta-trupulleikin er innahýsis hjá føroyingum

-Vit hava øll kort á hondini fyri at fáa eina góða svartkjaktaavtalu við okkara grannatjóðir. Svartkjafturin er hjá okkum megin partin av árinum og tí skulu vit ikki ganga undan við skerjingum, áðrenn ein endalig svartkjaftaavtala er fingin í lag. Trupulleikin við svartkjafti er nógv meira innanlendis hjá okkum sjálvum. Eg havi hoyrt, at ikki færri enn 19 svartkjaftaloyvi hanga í luftini hjá fiskimálaráðharranum og tað er ein stórur trupulleiki, sigur Eiler Jacobsen, reiðari.

-Tað er ikki pláss fyri nýggjum svarkjaftaloyvum í løtuni. Teir stóru svartkjaftatrolararnir skulu hava eini 60.000 tons í part fyri at standa seg. Tríggir teir størstu nótabátarnir veiddu tilsamans 180.000 tons í fjør. Verða hesi 19 loyvini givin, so verður ongin svartkjaftakvota nóg stór, sigur Eiler Jacobsen.
-Eg skilji heldur ikki, at skittfiskabátar í dag kunnu gera krav upp á svarkjaftin. Teir hava so avgjørt ikki nøkur søgulig rættindi. Teirra hjáveiða av svartkjafti var ongantíð størri enn 30 prosent. Hesir bátar fingu milliónir í endurgjaldi fyri at fara av Føroyagrunninum, tí teir høvdu so stóra hjáveiðu av hýsuyngli. Nú koma teir aftur úr Norðsjónum sum svartkjaftahetjur og krevja. Vit sum hava ligið í svartkjaftinum øll árini fáa stórar trupulleikar, verða ótálmað givin fleiri svartkjaftaloyvi, sigur Eiler Jacobsen.