Svartkalvi verður hart royndur

Ein stórur partur av veiðini hjá trolarunum er svartkalvi, nú upsafiskiskapurin er so vánaligur.

- Øll partrolarapørini eru til fiskiskap. Fleiri fiska svartkalva, restin eru á upsaveiði. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, meðan hann er heldur frægari eftir svartkalva. Partrolarapørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Bert tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Teir fiska mest svartkalva og nakað av kongafiski. Djúpvatnstrolararnir, sum eru til fiskiskap, koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Tríggir trolbátar eru á landleiðini og koma helst allir inn at landa mánadagin. Tveir royna uttan fyri landleiðina og koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at bara eitt garnaskip er til fiskiskap, men væntandi er ikki, at skipið kemur inn at landa í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipinum er brúkiligur.