Rigmor Dam
------------
Eftir at hava verið nývald tingkvinna í knappan mánað, má eg viðganga, at hetta hevur verið tað mest surrealistiska tíðarskeiðið í lívi mínum. Uggi meg tó við, at fólk við drúgvari politiskum royndum enn eg eru púra samd: Her ræður fullkomið lógloysi - ja, anarki!
Meðan landið alt ballar seg í mjúkan, hvítan vetrarbúna, átti jólafriður at valdað um bý og ból. Men so er hvørki kring landið, á tingi ella í landsstýri, har konur og menn eru farin undir eina miðvísa tilgongd, sum skal avmontera føroyska vælferðarsamfelagið, sum fólkið hevur bygt og goldið fyri hesa seinastu øldina.
Í grannalondum okkara fyrireika tey seg til at heimsumfatandi ódnarveður við higartil óhoyrdum avleiðingum og avbjóðingum. Alheims búskapar-, veðurlags-, valds- og orkukreppa valdar. Alt slíkt, sum vit onga ávirkan hava á. Onkur spáar ragnarok, onnur bara djúpa heimskreppu. Í hesum londum hava tey bara eitt mál: At minka um hallið í búskapinum.
Og hvussu fyrireika føroyskir valdsharrar okkum til hesa støðu? Við at skapa tryggleika í fólkinum, vísa fíggjarliga ábyrgd og politiskt støðufesti? Nei, so als ikki. Her verður bæði vaksið um landskassahallið við nærum 300 milliónum OG vælferðarsamfelagið verður avmonterað - alt í einum og sama tiltaki, nevniliga við smakleysa og ófíggjaða skattalættanum til tey, sum eru best fyri frammanundan - við pengum frá pensjónsuppsparingini hjá teimum, sum høvdu vónir um lívsgóðsku í ellisárum, og sum av røttum hava tørv á einum lætta, her í heimsins dýrasta landi.
Hevur fólkið valt hesa leið? Nei, undirtøkan fyri flatskatti og skatting av pensjónini var als ikki til staðar í nýggjastu meiningskanningini: Og her er vert at minnast, at kanningin varð gjørd..
- áðrenn flatskatturin og pensjónsskattingin hevði verið fyri á tingi..
- áðrenn tað gjørdist greitt, at pensjonistar fara at missa 1400 kr. um mánaðin verður pensjónin skattað við inngjaldi..
- áðrenn tað var greitt, at uppskotið varð framleitt undir protest og við tænastuboðum frá landsstýrismanninum..
- áðrenn ríkisumboðið hevði verið uppi á tingsins røðarapalli og biðið um longri skotbrá..
- áðrenn tað var greitt, at starvsfólkini í heilsuverkinum verða blakað úr pensjónsgrunninum PKA á nýggjárinum..
- áðrenn hópurin av ósvarðaum spurningum fyltu tingsalin og fíggjarnevndarhølið undir viðgerðini av uppskotunum.
Er hetta lov? Ja, formelt er onki lógarbrot framt.
Men her er talan um eitt, ja fleiri, demokratisk lógarbrot, og tekin um óvanliga vánaligt, ja, óbúgvið, politiskt handalag. Tí væl kann tað vera, at hesir, sum nú troka eina nýggja og kollveltandi skattaskipan oman yvir fólkið, formelt eru fólkavaldir.
Men: Fólkið hevur ikki valt flatskatt, og fólkið hevur ikki valt, at eftirlønirnar skulu skattast við inngjaldi.
Men hví slíka øsing, spyr onkur kanska. Er hetta ikki bara ein partur av tí vanliga politiska spælinum - ein til tín og ein til mín og so framvegis? Her er einfalda svarið, at nei, hetta er ikki vanligt politiskt spæl. Hetta er at fara langt út um mark. Hetta snýr seg um somikið umfatandi samfelagsbroytingar, at tær eiga ikki at verða framdar við so lítlari undirtøku, sum Fólkaflokkurin fekk til valgið, og slett ikki í so stórum skundi, sum talan er um her.
Sum Jóanes Nielsen segði undir risastóru og ísakøldu mótmælisgongini, sum rakk líka av Farstøðini og niðan á Vaglið,
"Tað tók BADH einans 14 dagar at øsa alla okkara tjóð: í fyrsta lagi við at innføra flatskatt; í øðrum lagi við at skatta inngjøldini av pensjónunum; í triðja lagi fyri at biða danir um at fíggja sítt ódugnasemi!"
Fólkaræðið er meira enn ein formlig skipan, har avgerðir verða tiknar. Hornasteinar í fólkaræðinum er dialogurin, tað skilagóða argumentið, at røkka einum felags forstáilsi millum partarnar, valdsharrar, andstøðu, áhugabólkar og fólkið. Alt hetta verður fullkomiliga sett til viks av sitandi stýrið, har felagsskapir, serfrøðingar, embætisverk, samgongu-bakland og andstøða fullkomiliga verða ignorerað.
Fyri at endurgeva eitt kent ørindi.. "Betri er at vera fátækur, men vísur unglingi, enn gamal kongur, men dári, sum ikki hevur so frægt skil eftir, at hann tekur við ráðum.", Prædikarin 4,13
At omanfyri helmingurin av Føroya fólki er ónøgt við politisku kollveltingina er ein sera stórur demokratiskur trupulleiki. Eisini hóast valdsharrarnir formliga eru fólkavaldir.
Men, eitt er, at Fólkaflokkurin ger tað, sum hann er settur her í verðina til: At skava sum mest niður í lummarnar á nøkrum fáum, frammanundan, vælbjargaðum. Hetta lovaði hann í valstríðnum, og við sínum 8 tingfólkum av 33, hevur hann vunnið alt í sín pott. Men mær tykir, at Jørgen Niclasen hevur fingið heimildir, sum tað vanliga ikki ber til at geva einstøkum persóni í einum fólkaræði.
Tað er ikki veljarin, sum hevur givið honum slíkt vald, tvørturímóti - veljarin gav honum bara 382 atkvøður. Hvør er tað so?
Ja, hvør er tað so? Og svarið liggur beint fyri, tí hinir flokkarnir í samgonguni hava lumpað veljaran og fremja í hesi stund ta størstu syndina, bæði móti fólkaræðinum og politisku skipanini, nevniliga at lata seg rúsa av valdinum eina.
Hesar fáu vikurnar teir hava dansað á borðinum, hevur politiska handalagið fingið nýggjar, ræðandi fólka- og umsitingarsiðir.
Eitt er at allar langtíðarsemjur brádliga eru uppsagdar! Sigandi um politiska handverkið.
Seinastu álopini á starvsfólk, sum virka í fólksins tænastu, undirbyggja bara illgrunan um tær líðingar, okkum er í væntu við hesum blásvarta stýri.
Eitt av fyrstu teknunum kom fáa dagar eftir, at samgonguskjalið varð undirskrivað, tá ein fólkavaldur tinglimur í øllum sínum maktfullkomni í ramasta álvara kravdi at embætisverkið skulu frásiga sær grundleggjandi mannarættindi, sum áttu at verið sjálvsøgd í einumhvørjum demokratii. Hetta var, tá aðalstjórin í Almannamálaráðnum dittaði sær at verða sæddur, ja, avdúkaður, undir einum friðarligum, fólksligum mótmælistiltaki í Vágsbotni. Her var viðkomandi hóttur við sparingum á almannaøkinum, nú hann var ímóti tiðnan av blokkinum (sic!). Kanska eru tað júst hesi revsitiltøk vit nú uppliva?
Næsta álopið á starvsfólk í umsitingini var, tá embætisfólk fingu tænastuboð um, eftir tveimum døgum, at framleiða eitt fakligt makkverk av einum uppskoti um skatting av pensjónum við inngjaldi. Hetta gjørdi eisini, at heili 19 fyrivarni vórðu reksað upp í uppskotinum - fyrivarni, sum umsitingin ikki hevði fingið møguleika at nágreina. Men nú varð stungið út í kortið at skovla annaramanna-pengar niður í lummarnar á teimum, sum eru best fyri - kosta, hvat tað kosta vildi. Nei, ikki er lætt at virka undir harðrendari fólkafloksleiðslu!
Næstseinasta eyðmýkingin av tænarum fólksins var, tá nullið varð blakað á borðið til lønarsamráðingar herfyri - júst hesin sami bólkur, sum ongan ágóða fær av skattalættanum, men sum hinvegin, erliga og reiðiliga, hevur spart sær upp til eftirløn í teirri trúgv, at bæði eftirlønin og skattingin av henni, skuldi koma teimum til góðar, tá tey eldast.
Og prikkurin yvir i'ið - ella gýppið í afturpartin - var, tá hægst løntu starvsfólkini innan tað almenna brádliga skuldu 4 prosent niður í løn. Hóast fíggjarmálaráðharrin hevði ætlað skattalættan til tey ríkastu, so skuldi tað bara vera til tey ríku innan tað privata!
Skilamaðurin og fyrrverandi formaðurin í Unga Sambandi, Arne Winthereig, sigur tað so væl á sínari bloggu:
»Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið gongur inn fyri einum tøttum samstarvi í ríkinum. Hetta merkir, at vit skulu njóta sama livistøðið og hava somu fortreytir, sum hinir borgararnir í ríkinum.
Við at innføra flatskatt, so ger Sambandsflokkurin júst tað øvuta. Sambandsflokkurin eggjar til stættarmun, har allir borgarar ikki hava somu fortreytir til eitt gott lív. Við hesum tekur Sambandsflokkurin og blástemplar ætlanina hjá Fólkaflokkinum at ganga burtur frá skandinaviska vælferðarmodellinum og yvir ímóti amerikanska modellinum. Á henda hátt flytast Føroyar spakuliga, men sikkurt, burtur frá tí vælferð og livistøði, sum hinir borgararnir í ríkinum fáa.«
Vanliga hava vit samanborið okkum við norðurlendsku vælferðarsamfeløgini. Føroyar var líkasum vorðin ein partur av norðurlendsku familjuni. Hendan fjøltáttaða, men tó sameinda familjan, har sosialur tryggleiki og javni hevur skapað trivnað, menning og framburð fyri allar størsta partin av fólkinum. Har allir borgarar hava somu møguleikar fyri at skapa sær eitt virðiligt lív, óansæð uppruna. Hesi bæði, sosialur tryggleiki og javni millum fólk, eru, saman við frælsa samráðingarrættinum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, grundarlagið undir norðurlendsku vælferðini.
Taka vit hesi trý hugtøk: Tryggleiki, javni og frælsi samráðingarrætturin, og seta tey upp ímóti verandi politisku støðu, er eyðsæð, at tey eru fyri stórum hóttafalli í hesum døgum.
So kunnu vit liggja her úti í Atlantshavi og stríðast móti hvørjum øðrum í einum karráum angle-saksiskum neoliberalistiskum stættasamfelag, har hvør sær ræður. Ella vit kunnu, alternativt, gera sum pingvinirnar, sum hóast ýlandi stormar og útideyðaveður, yvirliva í kuldanum við at standa saman.
Síggi tað fyri mær: Ein hóp av pingvinum á ísfrysta og veðurbarda slættanum á Suðurpólinum. Vanliga spankulerandi, svimjandi og sosialt snøggandi. Men tá ódnirnar herja, trunka tær saman í ein stóran hóp at verja hvørja aðra og sjálvar seg, til ódnin er av. Innast í hópinum tær smæstu og veikastu. Uttast tær størstu og sterkastu, sum stillisliga skiftast um at standa uttast, so ongin frystir í hel. Har standa tær nú og kenna hitan frá hópinum, tí einans í felagsskapinum kann hvør einstøk teirra yvirliva, meðan kuldin nívur og stormurin hvínur.
Ójavni er rótin til alt ónt - ikki fátækt!
Flat-tax uppskotið er eitt beinleiðis álop á samhaldsfasta vælferðarsamfelagið. Onga aðrastaðni í Vestureuropa hava tey flat-tax, tí tey vita, at sosialur ójavni skapar ótryggleika, stagnatión og óstabilitet.
Niðurstøðan í bókini The Spirit Level eftir navnframu granskararnar innan javna og ójavna Richard Wilkinson og Kate Pickett er, at samfeløg við stórum ójavna:
- eru eyðkend av minni áliti enn samfeløg við stórum javna
- hava fleiri sálarsjúk enn samfeløg við stórum javna
- hava størri trupulleikar av rúsevna- og rúsdrekkamisnýtslu enn samfeløg við stórum javna- hava lægri miðallivialdur enn samfeløg við stórum javna - hava hægri tal av pinkubarnadeyða enn samfeløg við stórum javna
- hava fleiri børn og vaksin, sum viga ov nógv, enn samfeløg við stórum javna
- hava lægri støði á útbúgvingum til børn enn samfeløg við stórum javna
- hava fleiri tannáringa-mammur enn samfeløg við stórum javna
- hava fleiri morð enn samfeløg við stórum javna
- hava fleiri fólk sitandi í fongsli enn í samfeløgum við stórum javna
- hava lægri sosialan mobilitet enn samfeløg við stórum javna
Innast inni eru vit øll Javnaðarfólk.
Hetta verður sagt, tí allir politiskir flokkar í norðurlondum vanliga verða sagdir at taka undir við norðurlendsku vælferðarskipanini. Onkur hevur enntá ró upp undir, at hendan skipan hevur sigrað á sær sjálvari í berari vælferð. "Vi har sejret af helvede til", sum fyrrverandi LO-leiðarin Thomas Nielsen tók til í 1982. Onkra søta løtu tóktist eisini, sum var hetta so. Men, sum altíð, tá dreymurin er ov rósureyður, vaknar tú til kaldan dreym.
Hetta var tað, sum føroyska tjóðin gjørdi nakrar dagar eftir valgið og ásannaði, at Fólkaflokkurin hevði tikið kvørkratak á framtíð Føroya.
Tað syndarliga við øllum hesum er, at vanliga ber til at rudda upp eftir Fólkaflokkinum, men í hesum førinum vendst ikki aftur. Tá pensjónsskatturin er skovlaður niður í lummarnar á teimum, sum eru best fyri, vendst ikki aftur. Tað hundraðtals millióna stóra holið í landskassanum skulu vit, vanliga fólkið, so til at fylla aftur á annan hátt.
Sum eg byrjaði við, so ballar landið seg í mjúkan, hvítan vetrarbúna í hesum døgum.
Men verða hesi risatiltøk samtykt, so skal jólamánaðin 2011 framyvir verða nevndur Svarti Desember!










