Gjáramorgunin landaði útróðrarbáturin Keldan á Toftum. Teir høvdu verið suður úr Borðuni og høvdu umleið 3000 pund á 26 stampum. Meginparturin av veiðini var hýsa og so nakað av toski.
- Nakað av fiski var at fáa, fiskur í øllum støddum. Nógv av smáum, og tað er dámligt, sigur Símun Joensen við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Tað er eisini hann, sum eigur og rekur útróðrarbátin.
Símun Joensen vísir á, at hóast tað var fínasta veður hesa náttina, sóu teir ongan annan bát. Tó møttu teir nøkrum snellubátum, tá morgunin kom. Hann heldur tað vera ódámligt, at so fáir útróðrarmenn fiska við línu.
Jonhard á Regni, sum hevur verið nakrar túrar við Símuni Joensen, sigur við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at teir sóu sera nógvan svartfugl henda dagin á útróðri.
- Vit sóu eisini nógvan lomviga, og hetta er dámligt. Tær sóu so mettar út - helst av nebbasild - at tær lógu mest sum á liðini í sjónum, sigur Jonhard á Regni brosandi.