- Myndin av svartbakinum sum dregur lomvigan út av eggini og síðan rænir eggið, sigur alt, og vit menniskju hava í slíkum føri onga ávirkan ella ræði á, hvussu náttúran háttar sær.
Tað sigur Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, róptur, eftir forvitnisliga eygleiðing í Lonini í Sandoynni herfyri, tá hann aftur saman við øðrum var og hugdi eftir, hvussu til stendur við lomviganum. Fyrr í summar vóru teir eisini í Lonini, sum er eitt av stóru bjørgunum, har eitt stórt tal av fuglameingi heldur til.
Eftir fyrra av nevndu túrum í Lonini, segði Sjúrður í Koltri soleiðis á sínari Facebook-síðu:
- Vit, sum síga og ganga í bakkanum, kenna bjørgini og staðið. Vit, sum hava áhuga fyri hesi 1000 ára gomlu veiðimentan, fegnast um tað fuglalív, sum her er, og vit fegnast ikki minst um, at talið av lomvigareggum og pisum aftur hevur verið veksandi hesi seinastu 3-4 árini.
Sjúrður í Koltri legði aftrat, at tað uttan iva er meira føði í havinum – og at fuglinum ikki nýtist at fara so langt eftir føðini - sum ger, at sjófuglurin nú aftur tykist nørast í tali. Hann sigur seg fegnast um hesa gongd, soleiðis at tað vónandi aftur kann gerast grundarlag fyri at søkja fuglin í bjørgunum.
Nú teir vóru niðri aftur í Lonini beint fyri hálvan juli, heldur Sjúrður í Koltri fyri, at her stendrur betri til, enn tað hevur gjørt seinastu 3-4 undanfarnu árini. Her eru pisur, men verri enn so alt er útkomið. Her vantar ein góð vika, so er alt brostið fyri nev.
Í sínari eygleiðing í Lonini henda dagin vísir Sjúrður í Koltri á eina hending, har ein stórur svartbakur við nevinum tekur í veingin á einum lomviga, dregur fuglin út av rókini og rænir eggið. Samstundis vísir hann á, hvussu náttúran er bygd upp, har lomvigin, sum soleiðis missur eggið, verpur uppaftur, tá tað fyrsta eggið er rænt.
- Myndin av svartbakinum sigur alt, og vit menniskju hava í slíkum føri onga ávirkan ella ræði á, hvussu náttúran háttar sær, leggur Sjúrður í Koltri aftrat í sínari forvitnisligu eygleiðing í Lonini henda dagin.