Svartasta síðan í søgubókini

Teir fáu griksku miðlarnir, sum skriva nakað um dystin í kvøld, hava ikki blíð orð um grikska avrikið

Googlar tú ymsar grikskar miðlar á netinum, so skuldi tú ikki hildið, at nakar landsdystur hevur verið í kvøld.

 

Gaman í hava flestu teirra upptakt til dystin, har spælarar og venjari hjá grikkum tosa um, at nú skal skútan hjá teimum vendast. Men tað eru tó fæstu síðurnar, sum nevna nakað um, hvussu leikur fór á vøllinum.

 

Ein teirra er tó Tanea, har tey heilt stutt staðfesta, at her var talan um svarastu síðuna í bókini um grikska fótbóltssøgu.

 

- Tá Edmundsson skoraði, varð talan um episkt mál fyri føroyskan fótból, og vit megnaðu ongan tíð at svara aftur. 

 

- Fyri fleiri, sum hugdu at dystinum, var hetta ikki annað enn væntandi, og helst var talan her um seinasta dystin, sum Ranieri er landsliðsvenjari, skrivar blaðið.

 

Lesið eisini: Størsta eyðmýking í søguni