Svarta diamanttokið er til forsølu

19. juli geva Boys in a Band sína fyrstu fløgu út.

Føroyingar, sum ikki klára at bíða so leingi, kunnu tó ogna sær fløguna í úrtíð og fáa hana sendandi longu vikuna áðrenn. ?Black Diamond Train?, sum fløgan fer at eita, kann longu nú keypast í forsølu á heimasíðuni hjá dreingjunum www.boysinaband.com.

Bílagda fløgan verður signerað og send saman við eini plakat.

 

?Black Diamond Train? varð upptikin í London saman við heimskenda framleiðaranum Ken Thomas, sum m.a. hevur samstarvað við Sigur Rós og Dave Gahan, sum er sangari í Depeche Mode.

 

Í samband við fløguútgávuna fara dreingirnir á forvitnisliga konsertferð kring alt Føroyar, har teir á 24 tímar fara at spæla 24 konsertir í 24 bygdum og býum.

Við sær á konsertferðina fara Boys in a Band at hava eitt kameralið, sum sambært ætlanini fara at gera ein dokumentarfilm um ferðina.