Svart tos Alfred Olsen

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður

Ein visti ikki, um ein skuldi vera flóvur ella illur, tá Útvarpið spurdi Alfred Olsen, formann í rættarnevnd løginsins og næstformann í Sambandsflokkinum um tað, at fólk háða og gera seg inn á samkynd. Alfred Olsen hevði bert tað at siga, at verða samkynd háðað og niðurgjørd, ja, so skal løgreglan leggja uppí. Alfred Olsen veit fyri tað fyrsta, at løgreglan kann einki gera, slíkt er ikki ólógligt í Føroyum. Tað, sum verri er, er at løgtingsmaðurin tykist ikki hava ampa av, at lóggevandi vald okkara ikki vil gera nakað fyri, at slíkur atburður verður ólógligur. At lóggevandi valdið ikki vil taka frástøðu frá slíkum atgerðum.
Nokk so løgið, tá hugsað verður um, at maðurin hevur verið løgtingsmaður síðan 1998, og hvønn status hann hevur í Sambandsflokkinum. Alfred Olsen tosaði í veruleikanum svart, kolasvart, henda dagin.
Eitt er at fólk, eisini løgtingsfólk, mistaka seg á ein ella annan hátt. Tað hendir hvønn dag. Men at tað skal kunna bera til, at løgtingsfólk sleppa væl frá at siga slíkt, sum Alfred segði mánakvøldið í Útvarpinum. Tað vísur hvussu lítið mentur okkara demokratiski hugburður í veruleikanum er.
So at siga allar grundgevingar, sum tingfólk høvdu seinasta heyst, fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum um at áseta løgliga verju av samkyndum, eru til einkis gjørdar so dyggiliga. Sum menniskja skammist eg, sum føroyingur skammist eg og sum politikari kenni eg skommina sum fullgjørda.
Vís virðing heldur enn at tosa svart.