Undan frumframførsluni sótu leikararnir og prátaðu saman í sminkurúminum í kjallaranum í mentanarhúsinum Atlantis, har felagið heldur til. Tað var ongin ivi um, at nervarnir sótu sera uttarlaga hjá teimum flestu. Summi sótu ikki í friði eina løtu, meðan onnur stóðu og gjørdu seg til reiðar við samanbitnum munni, sum um tey av øllum alvi royndu at krógva, hvussu nógv stóð á.
Onkur hevði hug at lata illa at, meðan onkur annar helt fyri, at tey slettis ikki vóru klár til at frumframføra leikin.
Men hvussu var og ikki, so byrjaði leikurin klokkan fýra. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at tey vóru tilreiðar at fara á pallin við leikinum. Sum heild ein sera væl spældur sjónleikur við nógvum skemtiligum hendingum og replikkum. Tað seinna nakað sum umsetarin av handritinum, Andreas Justesen, eigur stóran part av æruni fyri.
Leikurin byrjaði við at eitt frásøgufólk trein á pallin og greiddi frá, hvar tey vóru stødd, og hvat fór at henda. Allan vegin gjøgnum leikin gekk so hetta frásøgufólkið aftur. Leikluturin sum frásøgufólk skifti í millum einar fýra av leikarunum, sum annars eisini høvdu aðrar leiklutir. Hetta var nakað, sum riggaði avbera væl, men tó til tíðir var tað sera ilt at fáa alt við, sum tey søgdu. Tað komst mest av, at tey tosaðu ov títt. Men eisini tí, at til tíðir hendi annað á pallinum, meðan frásøgufólkið segði frá.
Eitt annað, sum gjørdi at hetta við frásøgufólkinum riggaði so væl var, at áskoðarin visti ongantíð, hvør av teimum fýra fór at koma fram at greiða frá, og hvar tey fóru at koma standa. Tey stóðu mitt á pallinum, komu upp úr gólvinum, út gjøgnum ymsar av inngongdunum til pallin og einaferð stóðu tey eisini mitt í millum allar áskoðararnar í salinum. Frásøgufólkið var eisini við í leikinum, soleiðis at skilja at til tíðir so tosaðu leikararnir við viðkomandi, sum um hann ella hon var ein persónur í leikinum sjálvum.
Høvuðsleiklutin sum Frankenstein hevur Jan Gardar. Hann hevur drúgvar royndir um sjónleikari og hann kom sera væl frá sínum leikluti. Hann hevur leikt við í nógvum skemtileikum, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur framført og hetta sást aftur í hansara framførslu leygardagin, sum var sera sannførandi.
Leiklutin sum skapningur Frankensteins hevur Adelborg Linklett. Hon hevur verið nógv at sæð á føroyskum leikpallum í nógv, nógv ár, men ongantíð hevur hon leikt ein tílíkan leiklut áður. Hon kom eisini sera væl frá síni framførslu, serliga tá skapningur ímóti endanum av leikinum hittir skapara sín aftur. Sera kensluborið spælir hon leiklut sín sum tann einsligi og avbera ljóti skapningurin, sum ikki vil gera nøkrum nakað ilt, men bert ynskir at verða elskaður.
Adelborg og Jan hava ivaleyst teir størstu leiklutirnar í leikinum, men hini átta eiga so sanniliga eisini sín part. Nøkur nýggj andlit vóru at síggja, og tey stóðu seg væl í millum hini meira royndu. Uttan at taka nakað frá hinum leikarunum, so var ein leikari, sum skaraði framum. Tað var Jacobina Joensen, sum leikti tænastugentan Justine. Hon var sera sannførandi í sínum leikluti og tað tyktist sum, um hon var sera væl fyri. Jacobina hevur spælt við í fleiri leikum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag seinnu árini.
Pallurin er sera væl uppbygdur. Nakað sum hevur stóran týdning í einum leiki sum hesin, tí tað eru so mong pallskiftir. Fyri pallsmiðinum stóðu leikstjórin sjálvur, Jákup Veyhe og Bjarni Ziska Dahl, sum eisini leikti við.
Búnarnar høvdu Per Johannessen og Hasla Olsen seymað. Tað mest spennandi undan leikinum var uttan iva at síggja, hvussu skapningur kom at síggja út. Og uttan at koma ov nær inn á útsjóndina hjá honum, so kann sigast, at tað sanniliga ikki var nøkur vøkur sjón. Men samstundis vísti framførslan hjá Adelborg Linklett tann innara vakurleikan hjá skapninginum, sum so ger at áskoðarin fær samkenslu við honum.
Frankenstein er ein skemtileikur, men við álvara aftanfyri kortini. Ferð eftir ferð sótu áskoðararnir og flentu í kíki at støðum og hendingum, tað vanliga ikki verður flent at. Men leikararnir megnaðu til fulnar at spæla soleiðis, at ein ikki veruliga hugsaði um, hvat tað bleiv flent at.
Endin av leikinum er tað týðuligasta tekinið um, at talan her er um svart skemt.
Aftaná frumframførsluna var tað eitt heilt øðrvísi huglag í sminkurúminum. Nú valdaði ikki svartskygni, men heldur merktist lættin hjá leikarunum sera væl. Áskoðararnir lótu sera væl at framførsluni, og hóast onkur mistøk vóru og trupulleikar við ljósviðurskiftinum í fyrra partinum, so var tað avgjørt ikki nakað, sum áskoðararnir løgdu til merkis.
Eisini leikstjórin Jákup Veyhe var avbera væl nøgdur við framførsluna.
- Hetta hevur verið sera strævið at koma ígjøgnum ? men tað gekk væl í dag, so tað er bara at fegnast um, segði hann beint eftir framførsluna.
Frankenstein verður sýndur í Klaksvík komandi vikurnar og seinni verður so eisini farið út at ferðast við leikinum.